2025-10-06 22:31

Tað er fitt av vindi kring landið í kvøld og serliga uppi í hæddunum eru harðar hvirlur.
Veðurstøðirnar hjá Landsverki máta heilt upp í 39 m/s í hvirlunum á Brekkuni Stóru í Sandoyni.
Fleiri aðrar støðir vísa hvirlur omanfyri 30 metrar um sekundið. Á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð er upp í 35 m/s, í Syðradali upp 34 m/s og á Gjáarskarði er upp í 33 m/s.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald