
Miðbýurin í Runavík byrjar nú at taka skap, nú Spf. Jóan Petur Vang er farin í gongd við at byggja tann fyrra av tveimum íbúðabygningum út móti sjóvarmálanum innast í Runavíkini á útfyllingini framman fyri handilsbygningunum, sum har Borg helt til áðrenn tey fluttu inn í meira stásilig høli longur inni á fjørðinum.
Bónus og Sunset hinu megin vegin
Í just hesum bygninginum eru tey í gongd við at innrætta ein nýggjan Bónus handil, har tað eisini verður Sunset matstova. Onki er at ivast í, at just hetta økið verður framtíðar miðbýarkjarnin í kommununi – eitt hanagleiv frá tunnilsmunnanum til Eysturoyartunnilin.
Elementbygningurin, sum í løtuni er í gerð, verður ein bygningur í fýra hæddum við fleiri reisingum eins og neystaloft, ið kemur at hýsa 18 íbúðareindir í teimum trimum ovastu hæddunum.
Veghæddin skal eftir ætlan brúkast til virksemi, ið vendir sær til almenningin, tað verði seg handlar, matstøð og líknandi.
Hinu megin vegin eru tey í gongd við at innrætta Bónus-handil og Sunset-matstovu í fyrrverandi hølunum hjá Borg (Mynd: Bárður Kass Nielsen)
Bíða eftir bryggjukantinum
Eftir ætlan skulu tveir íbúðabygningar byggjast. Tann seinni bygningurin verður nakað størri – har verða 27 íbúðaeindir.
- Tað verður bryggjukantur framman fyri húsini við flótibrúgvum til frítíðarbátar. Tað er kommunan, ið skal standa fyri at gera bryggjukantin, og vit hava ikki møguleikan at fara undir at byggja tann seinna bygningin fyrr enn bryggjukanturin er gjørdur. Vit vóna framvegis at kunna fara í gongd við tann bygningin fyrst í apríl komandi ár, sigur Jóan Petur Vang við portalin.
Tann fyrri bygningurin, sum nú er farin í gongd, verður – um alt gongur eftir ætlan – klárur at flyta inn í fram móti jólum komandi ár.
Bygningurin verður gjørdur úr betongelementum, sum verða flutt inn til landið.
Enn er ógreitt um talan verður um eigara- ella leiguíbúðir. Tað veldst um eftirspurningin til ta tíð, sigur Jóan Petur Vang. Talan verður – stórt sæð – um tvey sløg av íbúðum í hesum báðum bygningum. Tær verða antin 60 ella 80 fermetrar til støddar.
Byggifelagið hjá Jóan Petur Vang er eitt virkið felag. Ein bygningur á Óðinshædd í Havn er júst handaður tryggingarfelagnum LÍV, og á Hamrinum á Argjum eru tey farin ígongd við at byggja tríggjar íbúðabygningar, eisini til tryggingarfelagið LÍV.
- Vit hava eisini aðrar verkætlanir á skránni, men hesar bíða eftir loyvi frá myndugleikunum, nakað, ið ofta kann taka drúgva tíð.
Soleiðis ímynda Kontrast arkitektar, at økið kemur at síggja út, tá arbeiðið er liðugt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald