Innanlands

Myndir: Rescue Lív skal av landinum til umvæling

Sigldi á aliring í fjør. Umvælingin verður væntandi liðug í mars

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2019-01-11 14:53 Author image
Ari av Rana
placeholder

Rescue LÍV hevur ikki verið í drift síðani hann sigldi á ein aliring hjá Bakkafrosti á Nólsoyarfirði tann 23. november. Bjargingarbáturin fekk so stóran skaða av samanstoytinum, at hann skal av landinum til umvælingar.

- Rescue LÍV bíðar eftir at fara til Svøríki, har hann skal umvælast, verður sagt av MRCC støðini.

Rescue LÍV er bygdur í Svøríki.

Væntandi verður bjargingarbáturin aftur í Føroyum í mars mánað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder