Innanlands

– Mugu duga betur at samstarva

Á landsstevnu hjá Javnaðarflokkinum, segði Aksel V. Johannesen løgmaður, at hann er sinnaður at samstarva við allar flokkar

2025-05-11 12:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aksel V. Johannesen løgmaður er sinnaður at samstarva við allar flokkar á løgtingi.

Tað segði hann í formansrøðuni á landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum leygardagin.

– Summi mál eru ov stór til flokspolitiska togtogan og ov breið til einstaklingaprofilering, segði hann og vísti á, at breiðar semjur longu eru gjørdar um ymisk viðurskifti.

Seinastu árini hevur Javnaðarflokkurin hildið fast við, at hann ikki kann fara í samgongu við Fólkaflokkin við tí grundgeving, at tað er ov langt millum flokkarnar, men í røðu sínari í gjár vísti løgmaður á, at tíðirnar broytast, og er neyðugt at duga betur at samstarva.

– Hóast ósemjurnar hava verið stórar viðhvørt, so krevur tíðarandin, at vit taka lógvatøk saman. Kanska havi eg sjálvur verið við til at grava gjáir, segði hann í røðu sínari, sum kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder