
Ukraina og Russland eiga at fara undir beinleiðis samráðingar, sigur russiski forsetin, Vladimir Putin.
Putin segði á tíðindafundi í nátt, at møguligar samráðingar kunnu byrja 15. mai í turkiska býnum Istanbul.
Endamálið er at fáa varandi frið og taka burtur grundleggjandi orsøkirnar til kríggið í Ukraina, segði hann sambært Ritzau.
– Tað var ikki Russland, sum sleit samráðingarnar í 2022. Tað vóru tey í Kyiv, segði Putin og legði afturat, at beinleiðis samráðingar eiga at verða tiknar uppaftur uttan nakrar áður fráboðaðar treytir.
– Vit bjóða Kyiv at taka samráðingarnar uppaftur longu hósdagin í Istanbul, segði Putin og legði afturat, at Russland ynskir veruligar samráðingar, og er tað ikki óhugsandi, at partarnir undir hesum samráðingum kunnu semjast um eina vápnahvíld.
Í gjár vitjaði leiðarar úr Póllandi, Stórabretlandi, Fraklandi og Týsklandi í Kyiv, har teir hittu ukrainska forsetan. Amerikanski forsetin var eisini við á fundinum umvegis telefon, og eftir fundin boðaði ukrainski uttanríkismálaráðharrin frá, at partarnir vóru samdir um eina 30 dagar langa vápnahvíld, og heittu teir á Russland um at taka undir við henni.
Les eisini: Ukraina og sameind klár til vápnahvíld í 30 dagar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald