
Í gjárkvøldið og í nátt hevur løgreglan skrásett tvey ferðsluóhapp, har førarin var ávirkaður av rúsdrekka.
Fyrra óhappið hendi í miðbýnum í Havn beint áðrenn midnátt, har ein bilur rendi á ein parkeraðan bil.
Bilførarin varð handtikin á staðnum, og blóðroynd varð tikin, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Seinna óhappið hendi í Hvalvík stutt fyri klokkan sjey í morgun. Bilurin hevði rent á eitthvørt og var síðani farin runt. Tá løgreglan kom á staðið, lá bilurin á liðini, og bilførarin, sum var einsamallur í bilinum, var fastur.
Løgregla, sjúkrabilur og sløkkilið vórðu skjót á staðnum, og bilførarin varð koyrdur á sjúkrahúsið. Hvussu støða hansara er, veit løgreglan ikki at siga, men hann var við vit og tosaði, tá hann varð koyrdur í sjúkrabilin, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Bilurin er illa farin, og ferðslan var tarnað eina løtu, men nú er bilurin fluttur, og tað er koyrandi sum vanligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald