
Føroyska handverkaravinnan hevur í hesum døgum bás til Euroskills, sum er í Herning.
Hetta er ein EM-kapping millum handverkslærlingar, men føroyingar sleppa ikki at luttaka, tí vit ikki eru við í evroparáðnum.
Ein básur skal kortini gera vart við føroyskt handverk, og eisini seta sjóneykuna á føroyskan limaskap.
Og básurin fangaði uppmerksemi hjá kongi, tá hann í gjár vitjaði kappingina.
Í básinum stendur ein tríbekkur, sum John Høgnesen hevur smíðað til høvið, og sum hann ger liðugt á básinum. Og bakgrundina ger Livar Nysted. Hann málar nevniliga ein stóran máling av einum 10-mannafari.
Kongur var so mikið hugtikin av hesum virkseminum, at hann steðgaði á, og doypti enntá bátarnar.
Hoyr samrøðuna við Marius Thomassen frá Vinnuhúsinum, sum Árni Gregersen gjørdi í gjár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald