Uttanlands

Harry til temunn hjá kongi

Hetta er fyrstu ferð síðan februar í fjør, at Harry prinsur heilsar upp á pápa sín

Harry prinsur hevur hesa vikuna verið heima í Onglandi í sambandi við vælgerðararbeiði (Mynd: EPA)

Harry prinsur hevur hesa vikuna verið heima í Onglandi í sambandi við vælgerðararbeiði (Mynd: EPA)

2025-09-11 06:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri fyrstu ferð síðan februar 2024 hevur bretski Harry prinsur heilsað upp á pápa sín, Charles kong, skrivar BBC.

Teir báðir hittust í kongsins íbúð, Clarence House, í miðbýnum í London, upplýsir bretska hóvið fyri miðlinum. Her drukku teir ein temunn saman í 50 minuttir.

Fyrr á degnum var kongur komin úr Skotlandi til heim býarheim sítt í høvuðsstaðnum. Prinsurin hevur búð í USA síðan 2020, og hevur hesa vikuna verið heima í Bretlandi í sambandi við vælgerðararbeiði.

Viðurskiftini millum Harry og familju hansara hava annars ikki verið tey bestu síðan hann valdi at gevast við kongaligum uppgávum og flutti til USA saman við konu og børnum.

Seinast hann hitti pápa sín, var stutt eftir at kongur boðaði frá, at hann hevði fingið viðgerð fyri krabbamein.

Herfyri tapti Harry eitt kærumál um rættin til verju í Stórabretlandi. Í hesum sambandi nevndi hann, at hann ikki var áhugaður í semju við familju sína. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder