
Týðandi ávirkarin og konservativi viðmerkjarin, Charlie Kirk, ið varð skotin til deyðis í gjárkvøldið, gjørdist kendur sum poddvertur og stovnari av konservativa felagsskapinum, Turning Point USA, longu sum 18 ára gamal.
Kirk varð skotin í hálsin meðan hann helt røðu fyri eini stórari fjøld uttan fyri Utah Valley University í gjár. Talan er um størsta universitetið í statinum, tað liggur beint sunnan fyri Salt Lake City.
Kirk varð fluttur á sjúkrahús og lagdur undir skurð, men lív hansara stóð ikki til at bjarga.
Charlie Kirk gjørdist 31 ára gamal. Eftir hann sita konan Erika og tvey smá børn.
Stutt eftir boðini, varð flaggið á Hvítu húsunum lorað niður í hálva stong, og Donald Trump forseti hevur givið boð um at flagga í hálvari stong fram til 14. september fyri heiðra minnið um Kirk.
Hvítu húsini í Washington flagga í hálvari stong til sunnudagin (Mynd: EPA)
Drápsmaðurin gongur framvegis leysur
Sambært einum talsfólki fyri universitetið var bert eittans skot latið av. Tað var úr einum bygningi nærhendis.
Tvey fólk hava verið tikin inn til avhoyringar eftir hendingina, men bæði eru latin leys aftur. Sostatt er illgerðarfólkið framvegis ikki funnið.
Spencer Cox, guvernørur í Utah, hevur sagt, at leitað verður eftir einum fólki, ið er undir illgruna, ikki fleiri.
- Hetta er ein myrkur dagur. Hetta var ein politisk avrætting, og eg vil bert minna fólk á, at vit framvegis hava deyðarevsing her í statinum Utah, segði Cox í gjár.
- Hevði takið á ungdóminum
Nes York Times lýsti Charlie Kirk fyrr í ár sum maðurin tann á høgraveinginum, sum hevði takið á ungdóminum, tí tað hevur eydnast honum at fáa ung at vísa áhuga fyri politikki, hann er væl dámdur á TikTok og er eisini virðismettur av Trump forseta.
Hann skipaði fyri væl vitjaðum tiltøkum, har hann bjóðaði persónum, ið eru ósamd við honum, til kjak, og fundurin í Utah var byrjanin til eina nýggja ferð við slíkum tiltøkum kring landið.
Við Jr. í Grønlandi
Kirk var eitt slag av leiðara fyri yngra ættarliðið í Maga-rørsluni hjá donald Trump. Hevði fleiri milliónir fylgjarar á sosialu miðlunum og hevði ein av best umtóktu poddvarpinum í landinum. Hann var eisini ofta at síggja á Fox News.
Sagt verður um Kirk, at hann var ein av teimum persónunum, ið ikki eru partur av umsiting forsetans, ið stóð Donald Trump nærmast.
Hann hevur eisini fyrr verið persónligur hjálpari hjá elsta soni forsetans, Donald Trump Jr. og var við hon á vitjanini í Grønlandi í januar.
Donald Trump forseti saman við Charlie Kirk á eini ungdómsráðstevnu hjá felagsskapinum Turning Point USA í 2019 (Mynd: EPA)
Trump skuldsetir vinstraveingin
Politiski harðskapurin er vaksin í USA hesi seinastu árini har tey hava upplivað morðroyndir móti Donald Trump, forseta, og burturføringar og eldsásetingar hjá politikarum.
Donald Trump, sum á sosialu miðlunum í gjárkvøldið var ógvuliga harmur og óður um morðið á Charlie Kirk, sum hann kallaði ein elskaðan vin, hevur eisini skrivað á sosialu miðlunum, at morðið var ein avleiðing av demoniseringini av politiskum mótstøðufólkum.
Forsetin skuldsetur “radikala vinstraveingin”, sum sambært honum í fleiri ár hevur sammett “fantastiskar amerikanarar sum Charlie við nasistar og hópdrápsmenn”.
- Hesin málburðurin hevur ábyrgdina av yvirganginum, sum vit síggja í landi okkara, sigur Donald Trump.
Amerikanskir politikarar frá øllum síðum hava fordømt hendingina, og semja er um, at talan er um eina politiskt motiveraða hending.
Ein, sum hevur viðmerkt, og fordømt hendingina og politiska harðskapin, er fyrrverandi forsetin í USA, Joe Biden.
- Jill og eg biðja fyri familjuni hjá Charlie Kirk og hansara kæru, skrivar Biden á X.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald