Norrøna legði frá bryggju stutt áðrenn midnátt í Oslo týskvøldið og er nú komin í Nólsoyarfjørð við umleið 1200 føroyskum hondbóltsfjepparum.
Sum skilst hevur tað rullað nakað hendan túrin, men nú er hann skjótt av hjá moyru ferðafólkunum. Norrøna liggur á fjørðinum og bíðar eftir at Smyril fer avstað - eftir ætlan leggur Norrøna at klokkan 18.
Harvið fer at nærkast, at flestu fjeppararnir sum hava verið í Oslo og hugt eftir EM-endaspæli eru komnir heimaftur. Fýra flogfør eru komin við ferðafólki úr Oslo síðan í morgun og tað síðsta lendir stutt eftir klokkan 18.
Eftir ferðaætlanini fer Norrøna avstað aftur longu í kvøld. Tá verður farið til Hirtshals, men so verður ein steðgur í siglingini til miðjan februar meðan Norrøna er í dokk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald