Royndarárið hevur verið sera væleyðnað, og vit fegnast um, at land og kommunur hava valt at savna seg um hesa skipan, sigur Tónleikasamband Føroya.
Í verandi løtu eru 22 kommunur, ið ynskja at vera partur av Økistónum.
Tær eru: Tórshavnar Kommuna, Klaksvíkar kommuna, Runavíkar kommuna, Eysturkommuna, Vága kommuna, Sunda Kommuna, Tvøroyrar kommuna, Fuglafjarðar kommuna, Nes kommuna, Vágs kommuna, Vestmanna kommuna, Sjóvar kommuna, Sørvágs kommuna, Eiðis Kommuna, Sands kommuna, Skopunar kommuna, Viðareiðis kommuna, Hvannasund kommuna, Kvívíkar kommuna, Kunoyar kommuna, Húsavíkar kommuna og Skálavíkar kommuna.
Økistónar er ein skipan, sum skal bøta um livilíkindi hjá føroyskum spælistøðum og tryggja støðugt og økismennandi virksemi kring landið.
Skipanin hevur í 2025 sanniliga prógva sítt virðið við áleið 200 konsertum, og hevur gjørt tað møguligt hjá føroyingum kring alt landið, at uppliva tónleik av øllum slag.
Hugnaløta við føroyskum borgarstjórum
At hátíðarhalda at Økistónar nú fer av bakkastokki, verður ein stutt hugnaløta á Hotel Hilton í Havn í morgin, fríggjadagin klokkan11.30. Tónleikasamband Føroya hittir her borgarstjórar í Føroyum, og Herborg Torkilsdóttir fer at framføra nakrar sangir. at gera samrøður við Tónleikasamband Føroya og borgarstjórarnar.
Um Økistónar skipanina
Sambært Tónleikasambandi Føroya, skal skipanin betra um umstøðurnar hjá teimum, sum málrætta arbeiða við tónleiki í Føroyum, og tryggja teimum ein pall.
Økistónar skulu samstundis gera tað lættari hjá konsertfyriskiparum, at átaka sær tann váða, tað ofta er, at skipa fyri eini konsert. Hetta leiðir til fjølbroytni og tryggleika, óansæð hvar í landinum áhoyrarin ella tónleikarin býr.
Skipanin er fíggjað á tann hátt, at luttakandi kommunur rinda 1 krónu pr. borgara um mánaðin. Landið rindar somuleiðis 1krónu pr. borgara, pr. mánaða.
Við teimum 22 luttakandi kommununum, gerst hetta áleið 1.272.000 krónur árliga.
Hvør luttakandi kommuna er tryggjað í minstalagi somu upphædd aftur til árligt virksemi í sínari kommunu, men kann vænta at fáa upp til tað dupulta, við landsins parti. Føroyskar kommunur hava sostatt møguleika at gera vatn til vín.
Tey, sum sita í Økistóna úrvalsnevndini eru vald av Tónleikasambandið Føroya og limafeløgum teirra, umframt eitt umboð frá Kommunufelagnum og eitt umboð frá Tónleikasambandi Føroya.
Tónleikasamband Føroya sá dagsins ljós fyri fýra árum síðan, og hevur frá fyrsta degi virkað fyri, at fremja hesa skipan í verki.
Í góðum samstarvi við land og kommunur kunnu vit nú gleðiliga staðfesta, at Økistónar nú eru veruleiki. Kanska størsta frambrot innan tónleik í Føroyum, tá talan er um at byggja land.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald