Saudiarabia, Turkaland, Egyptaland, Jordan, Indonesia, Pakistan og Katar eru tey seinastu londini í røðini, ið hava tikið ímóti innbjóðingini at vera við í sonevnda trygdarráðnum hjá Donald Trump.
Tað skrivar BBC. Uppgávan hjá hesum serliga trygdarráðnum verður at halda eyga við støðuni í Gasa geiranum til tess at tryggja, at friðaravtalan millum Ísrael og Hamas, verður hildin. Ráðið skal eisini tryggja endurbyggingini av økinum.
Donald Trump hevur nevnt, at ráðið seinni kann flyta seg til eisini at viðgera ósemjur aðra staðni í heiminum. Hetta hevur ført til kjak um, hvørt hetta kanska er ein roynd at fáa í lag ein mótpól til ST við Donald Trump við borðendanum.
Noreg, Svøríki, Frakland og Slovenia hava boðað frá, at tey ikki eru áhugað í at vera við. Danmark hevur ikki fingið innbjóðing, skrivar Danmarks Radio.
Fleiri av heimsins leiðarum, teirra millum forseti Russlands, Vladimir Putin, Xi forseti í Kina og Leo pávi hava fingið innbjóðing, men hava enn ikki tikið støðu til hana.
Statsleiðarar, ið vóru skjótir at siga ja til innbjóðingina vóru:
Aleksandr Lukasjenko, forseti í Hvítarusslandi
Viktor Orbán, forsætisráðharri í Ungarn
Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri í Ísrael
Javier Milei, forseti í Argentina
Mark Carney, forsætisráðharri í Kanada
Mohammed VI, kongur í Marokko
Mohamed bin Zayed al Nahyan, forseti í Arabisku emiratunum
Tô Lâm, ovasti leiðari í Vjetnam
Kassym-Jomart Tokayev, forseti í Kasakstan
Shavkat Mirziyoyev, forseti í Usbekistan
Muhammad Shehbaz Sharif, forsætisráðharri í Pakistan.
Undir friðarráðnum eru ein nevnd (Executive board) og eitt serligt Gasa ráð (Gaza Executive Board).
Í nevndini sita:
Marco Rubio, amerikanskur uttanríkisráðharri
Steve Witkoff, serligur amerikanskur sendimaður í Miðeystri
Jared Kushner, ráðgevi og versonur Donald Trump
Tony Blair, fyrrv. bretskur forsætisráðharri
Marc Rowan, amerikanskur vinnulívsmaður og milliardingur. Stjóri í Apollo Global Management
Robert Gabriel, trygdarráðgevi hjá Trump
Í Gaza-ráðnum sita:
Steve Witkoff, serligur amerikanskur sendimaður í Miðeystri
Jared Kushner, ráðgevi og versonur Donald Trump
Hakan Fidan, uttanríkisráðharri í Turkalandi
Ali al-Thawadi, umboð fyri Katar
Hassan Rashad, ovasti fyri fregnartænastuna í Egyptalandi
Tony Blair, fyrrv. bretskur forsætisráðharri
Marc Rowan, amerikanskur vinnulívsmaður og milliardingur. Stjóri í Apollo Global Management
Reem al-Hashimy, ráðharri fyri altjóða samstarv í Arabisku emiratunum
Nickolay Mladenov, bulgarskur politikari og fyrrverandi ST-sendimaður í Miðeystri
Yakir Gabay, ísraelskur vinnulívsmaður og milliardingur
Sigrid Kaag, varaforsætisráðkvinna og fíggjarmálaráðkvinna í Niðurlondum
(kelda: Danmarks Radio og Hvítu húsini)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald