placeholder
Innanlands

Myndir: Í stríðum streymi inn á størsta valstaðið í Eysturoynni

Bylgjan er karmur um valið í Runavik, har yvir 2200 hava vælrætt og tað millum annað verður áhugavert at síggja, hvussu lokala umboðanin verður. Sí myndir

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-26 10:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrstu veljararnir hava verið á vali kring landið, og her í Bylgjuni var skjótt bíðirøð at koma til borðið við sínum valkorti.

Og tey á eystara arminum á Skálafjørðimum eru komin í so at siga stríðum streymi síðani.

Valluttøkan á fólkatingsvalinum týsdagin her var hægri enn vanligt, og yvir 2.200 hava valrætt í dag.

Fleiri hava longu brævatkvætt, og spenningurin er eisini stórur í dag, staðfestir Bergmann Finsson, valstýrisformaður.

Valstaðið og Eysturoyggin sum heild vóru av álvara undirumboðað í júst farna valskeiði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder