Beint omanfyri 30 av teimum spurdu í seinastu veljarakanningini undan valinum peikaðu á fólkafloksformannin, tá tey sunnudagin vórðu spurd, hvør skal vera næsti løgmaður Føroya.
Spurningurin varð settur í sambandi við seinastu veljarakanningina hjá Portalinum og FM1 áðrenn valið, sum varð kunngjørd mánadagin.
31,1 prosent svaraðu, at tey ynsktu Beinir Johannesen sum løgmann. Hetta er nakað minni í mun til seinastu kanning 12. mars tá Beinir Johannesen hevði undirtøku millum 32,6 prosent og ein stór afturgongd í mun til næstseinastu kanning tá fólkafloksformaðurin fekk 37,7 prosent.
Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum er eisini ein væl umtóktur harri, og 22,7 prosent ynskja hann sum løgmann.
Verandi løgmaður, Aksel V. Johannesen hevði lítla undirtøku millum veljararnar fyrst í februar við 12,1 prosentum, men er síðan gingin stútt og støðugt fram. Sunnudagin ynsktu 17,4 prosent hava hann at halda fram sum løgmaður.
700 veljarar vóru spurdir í kanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin og FM1 sunnudagin 22. mars 2026.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald