Innanlands

– Liberal Alliance fer ikki í stjórn við Mette Frederiksen

Tað sigur Sólbjørg Jakobsen, fólkatingskvinna fyri Liberal Alliance – Nú er kongsumfar, har umboð fyri allar flokkar skulu peika á, hvønn teir ynskja sum samráðingarleiðara

Føroyska kvinnan varð afturvald við heili 7.600 persónligum atkvøðum í Norðurjútlandi. Sólbjørg Jakobse var næsthægst á listanum hjá LA

Føroyska kvinnan varð afturvald við heili 7.600 persónligum atkvøðum í Norðurjútlandi. Sólbjørg Jakobse var næsthægst á listanum hjá LA

2026-03-25 12:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er eingin møguleiki fyri, at Liberal Alliance fer í stjórn við Danska javnaðarflokkinum hjá Mette Frederiksen.

Tað segði Sólbjørg Jakobsen, fólkatingskvinna fyri Liberal Alliance við FM1 fyrrapartin.

– Tann møguleikin er nul prosent, segði hon, tá hon varð spurd, um flokkur hennara kundi farið í samstarv við Mette Frederiksen fyri at sleppa undan, at danir fáa eina reina reyða stjórn.

Lurta eftir samrøðuni her.

Flokkurin ger ikki tað sama sum Vinstri, sum seinasta valskeið hevur verið í stjórn við Danska javnaðarflokkinum og Moderaterne, sigur hon.

– Vit trúgva ikki, at vit fáa eina góða stjórn við Mette Frederiksen sum forsætisráðharra, sigur Sólbjørg, sum tó leggur afturat, at flokkurin kann samstarva við Mette Frederiksen um ávís mál.

Føroyska kvinnan varð afturvald við heili 7.600 persónligum atkvøðum í Norðurjútlandi. Hon var næsthægst á listanum hjá LA - greiður nummar eitt var vælumtókri formaðurin Alex Vanopslagh.

Kongsumfar um eina løtu

Klokkan 12 er kongsumfar, har ein samráðingarleiðari skal finnast. Fyrst hittir Fríðrikur kongur umboð fyri Danska javnaðarflokkin, og síðani hittir hann umboð fyri allar hinar flokkarnar. Borgernes Parti er síðsti flokkur, sum skal hitta kong klokkan 13.50 føroyska tíð.

Alex Vanopslagh, formaður í Liberal Alliance hevur boðað frá, at hann peikar á Troels Lund Poulsen úr Vinstra, sum hann ynskir skal royna at skipa eina bláa stjórn. Inger Støjberg úr Danmarksdemokraterne ætlar eisini at peika á formannin í Vinstra.

Lars Løkke Rasmussen, formaður í Moderaterne, sum liggur á miðjuni og hevur eina lyklastøðu við sínum 14 umboðum (meðan reyði og blái blokkur hava fingið ávikavist 84 og 77 umboð), ynskir sjálvur at vera samráðingarleiðari.

Í formansumfari fyrrapartin varð Løkke spurdur, um hann kundi farið í stjórn við Vinstra og Danska fólkaflokkinum, men tað segði hann nei til.

Eindarlistin, Sosialistiski fólkaflokkurin, og De Radikale siga, at teir peika á Mette Frederiksen, sum vísir á møguleikan fyri at fáa eina reyða stjórn saman við Moderaterne.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder