Formaðurin í Danska fólkaflokkinum, Morten Messerschmidt gjørdist toppskorarin á fólkatingsvalinum í Danmark týsdagin.
Hann fekk 50.819 persónligar atkvøður.
Næstflestar persónligar atkvøður fekk virkandi danski forsætisráðharrin og forkvinnan í Danska javnaðarflokkinum, Mette Frederiksen, sum fekk 41.721 persónligar atkvøður.
Talan er um eina stóra framgong hjá Messerschmidt í mun til valið í 2022, tá hann fekk 6.722 persónligar atkvøður.
Mette Frederiksen hevði hinvegin eina afturgongd.
Les eisini: Mette Frederiksen mist nærum 20.000 atkvøður
Á triðja plássi kom formaðurin í Liberal Alliance, Alex Vanopslagh við 38.487 persónligum atkvøðum, sum er ein lítil framgongd í mun til í 2022, tá hann fekk 38.284 atkvøður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald