Uttanlands

Myndir: Í dag byrjar konklavan

Í kvøld kemur roykur fyrstu ferð á hesum sinni úr skorsteininum úr Sixtinska kapellinum. 133 kardinalar skulu velja páva nummar 267 síðan Pætur apostul gjørdist biskupur í Rom

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-05-07 13:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag byrjar konklavan – kardinalssamkoman – har gott 133 kardinalar í katólsku kirkjuni skulu velja nýggjan páva.

Seinnapartin fara teir í reyðum klæðum í skrúðgongu til Sixtinska kapellið í Vatikaninum, har øll pávaval síðan 1878 eru farin fram.

Pávin er biskuppur í Róm. Fyrsti biskuppur í Róm var apostulin Pætur, og pávin er eftirmaður hansara. Pávin, sum nú verður valdur, er hin 267. bispurin í Róm.

Valrætt hava teir kardinalarnir í katólsku kirkjuni, sum eru undir 80 ára gamlir, og sum eru komnir til Róm fyri at vera við í konklavuni.

Av teimum 135 kardinalunum, sum klára aldursmarkið, verður sagt, at tveir 79 ára gamlir hava givið avboð av heilsuávum.

Annar er kenjanski kardinalurin John Njue, erkibiskupur emeritus av Nairobi, og hin er spanski Antonio Cañizares Llovera, erkibiskupur emeritus av Valencia.

Enn veit ongin hvussu langa tíð tað mann fara at ganga at velja nýggjan páva, og hvør verður valdur. Men mannagongdin er greið.

[object Object]

Svartur ella hvítur roykur

Í kvøld fara fólk fyri fyrstu ferð í hesi konklavuni at uppliva royk stíga úr lítla koparskorsteinunum á takinum á Sixtinska  kapellinum. Tað er ein høgur bygningur til høgru fyri Pæturskirkjuni, um ein stendur á Pætursplássinum við andlitinum móti heimsins størsta kirkjubygningi.

Mest sannlíkt er, at roykurin í kvøld verður svartur, sum merkir at kardinalarnir ikki eru samdir. Stytsta konklavan tók einans fáar tímar. Tað var tá Julius II varð valdur í 1503.

Helst verður bert ein atkvøðugreiðsla í dag. Men teir komandi dagarnar kunnu verða upp í fýra atkvøðugreiðslur um dagin.

Apostólska grundlógin Universi Dominici gregis frá tíðini hjá Jóhannesi Páli II, ger greitt hvussu eitt pávaval skal fara fram.

Henda lógin sigur, at tað ikki longur ber til at velja páva við lógvabresti – akklamatión. Tað skal vera við atkvøðugreiðslu.

Á hvørjum atkvøðuseðli skal standa Eligo in summum pontificem – “til páva velji eg” á latíni – og so er ein linja har kardinalarnir skulu skriva navnið á tí, sum teir atkvøða fyri. Um møguligt, skulu teir helst skriva tað soleiðis, at skriftin ikki kann kennast aftur.

Ongin fær nakað at vita

Eftir atkvøðugreiðsluna verða atkvøðuseðlarnir brendir í einum ovni í kapellinum, og roykurin avdúkar hvussu gekk.

Tað einasta, sum umheimurin fær at vita er, tá roykurin er svartur er, at kardinalarnir ikki vorðnir samdir um ein páva. Ongi tøl verða avdúkað ella frágreiðingar annars.

Konklavan heldur fram líka til hvítur roykur sæst úr skorsteininum.

[object Object]

Um ongin er valdur til páva eftir tríggjar dagar, kunnu kardinalarnir avgera um teir skulu halda ein frídag uttan atkvøðugreiðslur og heldur brúka dagin upp á at tosa og biðja saman.

Men tað merkir ikki, at nakar av kardinalunum sleppa út úr Vatikaninum. Øll, sum arbeiða har, eitt nú tey, ið matgera til kardinalarnir, hava eins og kardinalarnir svorið eið upp á ikki at avdúka nakað í sambandi við pávavalið.

Tveir triðingar av atkvøðunum

Tá so roykurin í skorsteininum endiliga er hvítur, merkir tað, at eitt av valevnunum hevur fingið tveir triðingar av atkvøðunum, og at nýggjur pávi er valdur.

Eina løtu eftiri hetta kemur ein av kardinalunum út á svalan á Pæturskirkini og boðar frá Habemus papam, ‘vit hava ein páva’. Síðan fær umheimurin at vita, hvør er valdur til páva, og hvat pávanavn viðkomandi hevur valt sær.

Konklavurnar seinastu hundrað árini:

1922 – 5 dagar, 14 atkvøðugreiðslur, Pius XI valdur
1939 – 2 dagar, 3 atkvøðugreiðslur, Pius XII valdur
1958 – 4 dagar, 11 atkvøðugreiðslur, Johannes (Ioannes) XXIII valdur
1963 – 3 dagar, 6 atkvøðugreiðslur Paulus VI valdur
1978 – 2 dagar, 4 atkvøðugreiðslur, Johannes Pál (Ioannes Paulus) I valdur
1978 – 3 dagar, 8 atkvøðugreiðslur, Johannes Pál (Ioannes Paulus) II valdur
2005 – 2 dagar, 4 atkvøðugreiðslur, Benedikt (Benedictus) XVI valdur
2013 – 2 dagar, 5 atkvøðugreiðslur, Frans (Franciscus) valdur


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder