
Í sambandi við at løgreglan gjørdi ferðslukanningar á Kambsdali seint í gjárkvøldið, endaði eitt mál við, at bilførarin fekk fleiri skuldestingar, eisini fyri brot á lógina um rúsandi evni.
Tað var fimm minuttir fyri midnátt, at løgreglan máldi ein bil at koyra 115 kilometrar um tíman.
Bilurin varð støðgaður, og tosað varð við bilføraran, ein maður í trýatiárunum. Tað vísti seg, at maðurin ikki hevði koyrikort – hevði mist førararættin fyri tíð síðani.
Illgruni var eisini um, at maðurin var ávirkaður, og ein máting vísti, at hann hevði tikið okkurt rúsandi, sum ikki var rúsdrekka, og hann varð tí handtikin, so takast kundi ein blóðroynd av honum.
Uppi á manninum fann løgreglan eisini eina minni mongd av rúsevnum, helst hevur tað verið hassj, heldur vaktleiðarin á politistøðini.
So hetta eina ferðslumálið vísti seg til at gerast fýra mál – fyri at koyra uttan førararætt, fyri at koyra ávirkaður og fyri at hava ólóglig rúsevni uppi á sær.
Tá úrslitið av blóðroyndini fyriliggja, skal løgreglan tosa við mannin aftur, so hann kann fyrihalda seg til skuldsetingarnar, sigur vakthavandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald