
- Onkuntíð eri eg spurd um at taka myndir saman við fólki í Danmark. Man verður kendur aftur ymsastaðni. So havi eg verið til onkrar "pre-parties" (undanveitslur, red.) í ymiskum londum og millum annað hitt nógvar fjepparar og aðrar luttakarar har. Sum heild hava vit havt ógvuliga nógv at gera, men tað hevur verið stuttligt.
Soleiðis svarar Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen úr Basel, tá Portalurin fekk fatur á komandi Eurovision-luttakaranum. Vit spurdu hana um, hvat serliga hevur merkt tíðina síðani sigurin í Melodi Grand Prix.
Sissal Jóhanna í Herning - nógv er hent tveir teir seinastu mánaðirnar (Mynd: Sverri Egholm)
Sum 30-ára havnarkvinnan sigur, so er nógv at hugsa um í øllum stuttleikanum og spenninginum, og soleiðis verður eisini í Sveis. Sissal kom til landið í gjár og skal nú veruliga gera seg til reiðar til hálvfinaluna næsta hósdag:
- Dagarnar í Basel vera "busy". Nú vera tað fundir, klædnaroyndir, samrøður og hesa vikuna vera tvær royndir í sjálvari høllini: Ein í dag og ein fríggjadagin. Tað verður ógvuliga nógv at gera. Vit hava ein frídag áðrenn hálvfinaluna - tað er tað.
Sissal Jóhanna staðdfestir annars fyri Portalinum, at "nógvar broytingar" vera á pallinum, í mun til tað sum sást til Melodi Grand Prix. Eitt er tað sum hon verður í - eitt annað er, at meira fer at henda á pallinum.
Sí eisini: Svimjidraktin sleppur ikki við til Eurovision
Føroyingurin sigur at enda, at tað er ein "góð búkkensla", í mun til at vinna sær finalupláss nú ein stór vika er til hálvfinaluna. Tó verður einki tikið fyri givið. Meira um hetta seinni í vikuna.
Eurovision skrá
- Fyrra hálvfinala: Týsdag 13. mai, kl. 20
- Seinna hálvfinala: Hóskvøldið 15. mai kl. 20 (Sissal syngur her sum nummar ellivu í røðini)
- Finala: Leygarkvøldið 17. mai kl. 20
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald