Innanlands

Myndir: Á vali á Toftum og á Skála

Seinastu løtuna hava færri valt, enn beint eftir valhølini lótu upp. Men vallutøkan er higartil væl hægri enn somu tíð í 2022 á báðum støðum. Spenningurin merkist í Eysturoynni - har man sóknast eftir størri umboðan á tingi

Tey lítlu hjálpa til á Toftum (Mynd: Sverri Egholm)

Tey lítlu hjálpa til á Toftum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-26 12:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tingskeiðið var Eysturoyggin av álvara undirumboðað í mun til fólkatal. Serliga í mun til upprunaliga talið av valdum í mun til bústað (3 av 33). Hetta hevur verið ein tendensur, síðani farið var yvir til eitt valdømi.

- Tað var ein katastrofa, vísir Alfred Olsen á.

Portalurin og FM hitti fyrrverandi Sambandspolitikkarin á valstaðnum á Toftum. Har vísti hann á, at tað er vorið sentralisera nú, at valevni hugsa meira um seg sjálvi og lokalpolitikk, og at Eysturoyartunnilin merkist á ymiskan hátt.

Valluttøkan í Nes kommunu fyri fyrstu tveir tímarnar var beint undir 20 prosent (19,7). Hetta svarar til 220 av teimum 1.117 við valrætti. Talan er um eina hækkan á nærum fimm prosentstig, í mun til teir báðar fyrstu tímarnar á løgtingsvalinum í 2022.

Á Skála vóru fáir veljarar, júst ta løtuna Portalurin vitjaði. Men Mark Thorleifsson Højgaard, valstýrisformaður, vísti á, at serliga fyrsta tíman vóru nógv fleiri á vali, í mun til undarnfarin løgtingsval.

Samanlagt er ein hækkan á beint yvir seks prosentstig, í mun til seinasta løgtingsval: Higartil hava 20,6 prosent av teimum við valrætti á Skála verið í ítróttarhøllini og sett krossin.

Lurta eftir "Føroyar á vali" á FM1 her

Sí myndir, sum Sverri Egholm

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder