Mentan

Gerandislív í triðja ríkinum er tann fyrsti í leikárinum

Hans Tórgarð hevur týtt leikin hjá Bertolt Brecht, sum gongur fyri seg í Nasitýsklandi. Frumsýningin á Tjóðpallinum verður fríggjadagin 20. september

Leikurin er settur saman av leikbrotum úr gerandislívinum hjá ymiskum fólkum sum liva í einum landi, har ein einræðisharri við kúgan, forfylging, øsing og gyltum lyftum um eina betri framtíð útinnir sínar dreymar um eitt triðja ríki

2025-09-10 11:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tjóðpallur Føroya: Leygardagin 20. septembur verður frumsýning av fyrsta leikinum í nýggja leikárinum 2025-26 á Tjópallinum.

Gerandislív í triðja ríkinum byggir á upprunaleikritið Furcht und Elend des Dritten Reiches, eftir kenda týska rithøvundan, dramatikaran og leikstjóran, Bertolt Brecht.

Leikurin er settur saman av leikbrotum úr gerandislívinum hjá ymiskum fólkum sum liva í einum landi, har ein einræðisharri við kúgan, forfylging, øsing og gyltum lyftum um eina betri framtíð útinnir sínar dreymar um eitt triðja ríki

Summi trúgva uppá lyftini og vónina um eitt betri og rættvísari samfelag, meðan onnur royna at mótmæla  ræðuleikunum, tey uppliva.

Óttin fyri hvørjum øðrum skapar split millum vinir og í familjum, og hóast leikurin gongur fyri seg í Nasitýsklandi, er hann aktuellur í dag, nú miðlarnir dagliga bera boð um kríggj, valdsnýtslu og einræðiskúgan í heiminum.

Brecht er kendur fyri sínar samfelagsrevsandi leikir, og søguliga bakstøði í hesum leikinum er valdtøkan hjá nasistunum av Týsklandi í 1933, og tann kúganin og yvirgangurin, ið fylgdi við tí. Brecht flýggjaði úr Týsklandi tá nasistarnir tóku valdið, og skrivaði leikin Furcht und Elend des Dritten Reiches  meðan hann var útlegd í Danmark frá 1933 til umleið 1938.

Brecht nýtti ofta humor og satiru at lýsa ógvusligar umstøður, og hóast evnið í leikinum er dapurt, eru eisini absurdar og stuttligar senur í leikinum.

TÝÐARI
Hans Tórgarð

LEIKSTJÓRI
Orest Pastukh

LEIKARAR
Sofía Nolsøe Mikkelsen
Kjartan Hansen
Súsanna Tórgarð
Hans Tórgarð
Bjørn Mouritzarson Mohr

PALL- OG BÚNASNIÐGEVI
Sámal Blak

LJÓS- OG LJÓÐSNIÐGEVI
Turpin Napoleon Djurhuus
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder