Innanlands

Fríði Sigurðsson settur sum nýggjur stjóri í KBI

Rannvá Isaksen hevur sitið sum stjóri seinastu tíðina. Fyrst í november tekur Fríði Sigurðsson yvir

Mynd: Kbi.fo

Mynd: Kbi.fo

2025-09-16 21:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fríði Sigurðsson tekur við stjórasætinum frá 3. november. 

Hann er 30 ára gamal, útbúgvin maskinsmiður og maskinmeistari, og hevur drúgvar tekniskar royndir.

Rannvá Isaksen hevur seinastu tíðina virkað sum fyribilsstjóri, og KBI takkar henni hjartaliga fyri hennara arbeiði og fegnast um, at hon verður partur av nevndini.

Undan tí var Rói Clementsen stjóri í fyritøkuni.

Við nýggjum stjóra, nevnd og eigaraskapi ynskir KBI at styrkja samstarvið við kundar og tryggja, at KBI eisini frameftir er við til at halda vinnuni koyrandi.

Herfyri gjørdist greitt at Jákup & Ester Mikkelsen, Hans Arni & Durita Thomsen og Árni & Ása Frederiksberg høvdu keypt 70 prosent av KBI.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder