Innanlands

Norrøna kemur ikki suðuroyingum til hjálpar

Tað verður ikki í hesum umfari, at Norrøna kemur at sigla á Suðuroyarleiðini, sigur landsstýrismaðurin

Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í Fiski- og samferðslumálum (Skíggjamynd: Dagur og vika / KvF)

Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í Fiski- og samferðslumálum (Skíggjamynd: Dagur og vika / KvF)

2025-09-16 06:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinastu dagarnar hava røddir verið frammi um, at Norrøna skal hjálpa til á Suðuroyarleiðini, men tað verður ikki í hesum umfari.

Tað segði Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í samferðslumálum, í Degi og viku mánakvøldið.

[object Object](Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Man hevur verið í samband við Smyril Line og tað ber ikki til. Og so veit eg at onkur tosar um, at nman skal fáa Nørrnu at sigla í vikuskiftinum, men tá er Norrøna í rutu uttanlands, segði Jóhan Christiansen, landsstýrismaður.

So tað kemur ikki uppá tal, at Norrøna verður sett í suðuroyarsiglingina í hesum umfari?

- Nei. Realistiskt sæð, so verður tað ikki tað, nei, var svarið.

Landsstýrismaðurin var tó samdur í, at hetta ikki er nøktandi ferðasamband í 2025, men tað var einki annað val í hesum føri. Hann gjørdi tó greitt, at Galaxy hevur siglt 93,5 prosent av túrunum hetta tíðarskeiðið, meðan tað hevur avloyst Smyril, og at eingin dagur hevur verið uttan samband.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder