2025-08-18 23:58

Eftir søguligu fundirnar í Hvítu Húsunum í dag hevur týski kanslarin, Friedrich Merz, havt ein tíðindafund og kunna miðlarnar um, hvat millum annað er komið burturúr.
Eins og Donald Trump fyrr í kvøld hevur sagt, sigur Merz, at ætlanin er, at russiski forsetin, Vladimir Putin og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, skulu hava ein fund.
Sambært Merz verður hetta innan tvær vikur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald