2021-05-06 21:03
Við nýggju Skansabryggjuna í Havn hevur franski destroyarin, oyðarin, Bretagne ligið í dag. Skipið kom á Havnina um 11 tíðina fyrapartin.
Eitt slíkur kann síggja ógvusligur út, men ørindini hjá oyðarunum vóru kortini ikki dramatisk. Brennievni og proviantur kom umborð her í Føroyum áðrenn skipið legði frá landi um hálvgun átta tíðina í kvøld.
Bretagne, sum er bygt í 2018 er 142 metrar til longdar, og 20 metrar breitt.
Tað er Faroe Ship Agency, sum umboðar skipið í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald