
Náttina til hósdagin komu átta sjúklingar úr Gaza til Noregs, boðar norska stjórnin frá í tíðindaskrivi.
Noreg hevur nú tikið ímóti tilsamans 28 sjúklingum og 72 avvarðandi úr Gaza.
Tað var í juni 2024, at norska stjórnin avgjørdi, at landið skuldi taka ímóti 20 sjúklingum og teirra avvarðandi úr Gaza. Í fjør komu tó færri avvarðandi enn upprunaliga ætlað, og norska stjórnin avgjørdi tí at taka ímóti fleiri sjúklingum.
– Eg eri fegin um, at vit hava tikið ímóti fleiri úr Gaza, sum hava tørv á viðgerð, sigur Espen Barth Eide, norskur uttanríkismálaráðharri.
– Heilsuverkið í Gaza er brotið saman. Nógvar heilsumiðstøðir eru lagdar í oyði, og fleiri sjúklingar hava skaðar, sum ikki kunnu viðgerast í økinum.
– Tí luttekur Noreg í einum ES-skipaðum heilsuátaki, sum hevur til endamáls at hjálpa sjúklingum, sum hava tørv á serviðgerð.
Heimsheilsustovnurin WHO hevur áður heitt á ES-lond um at taka ímóti sjúklingum úr Gaza, sum ikki kunnu fáa viðgerð í Gaza. Í juni varð upplýst, sambært Ritzau, at tilsamans 15 evropeisk lond høvdu tikið ímóti sjúklingum úr Gaza.
Umframt Noreg hava m.a. Týskland, Grikkaland, Belgia, Frakland, Spania og Írland tikið ímóti sjúklingum úr Gaza.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald