Mentan

Herborg Torkilsdóttir: Fólk skulu kenna seg aftur í sangunum

Herborg Torkilsdóttir, sum framførir á Summar Festivalinum í ár, hevur seinnu árini útgivið væl umtóktar sangir

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-08-02 14:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í 2019 gav Herborg Torkilsdóttir fyrsta sangin út, og síðan tá hevur hon verið sera virkin við innspælingum av sangum og framførslum á konsertum.

Fleiri av sangunum hjá henni hava verið útvarpshitt – til dømis sangir sum "Eg uttan teg", "Tú spælir við meg", "Náttin var okay", "Runt allar Føroyar" og aðrir.

Herborg skrivar sjálv sangirnar, og hon dugir væl at seta orð og løg saman, so at tey fanga.

– Eg leggi meg eftir, at sangirnir eru fólksligir, og at fólk kenna seg aftur í sangunum. Tey skulu ikki hugsa seg nógv, men skilja sangin fyrstu ferð, tey hoyra hann, sigur Herborg Torkilsdóttir.

Á Summar Festivalinum í næstu viku hevur Herborg Torkilsdóttir framførslu saman við Rakul Petersen.

Omanfyri ber til at síggja video-samrøðu við Herborg Torkilsdóttir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder