2025-08-01 10:50

Í gjár byrjaði stóra TeenStreet legan í Offenburg í Týsklandi.
Næstu vikuna fara umleið 260 føroyskir tannáringar og umleið 130 føroysk hjálparfólk at njóta dagarnar saman har.
Bara Týskland hevur fleiri fólk á leguni.
- Stuttligt er at síggja allar hesar føroysku vøkru ungdómarnar, og ein sannroynd er, at vit í ár eru næststørsti hópurin, sum komin er á TeenStreet. Vit knappast um 400 føroyskar sálir. Bara Týskland hevur fleiri fólk á leguni, skrivar TeenStreet Føroyar á heimasíðuni.
TeenStreet er lega fyri trúgvandi tannáringar í aldrinum 13-17 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald