- Tá eg, kvøldið eftir at valið var útskrivað, hálvgum lá í sofunni - heldur dapurskygd og ráðaleys - nærum reistist eg upp, tá eg sá eitt innslag úr Degi og viku: Ung fólk á Glasi, sum tosaðu um haldføri! Tað gav íblástur til valstríðið...og ein av persónunum situr her sum valevni í dag.
Innslagið, sum Ruth Vang sipaði til á framløguni á Hotel Hafnia seinnapartin, er úr Degi og viku 26. februar. Og ungi maðurin, forkvinnan í Framsókn, dregur fram, er Jaspur Jacobsen. Hann vísti tá á, at hann nú hugsaði meira um pengar og búskaparstøðuna í landinum enn sosial virði annars.
![]()
![]()
Frá íblástri til valevni - Jaspur Jacobsen
- Um tey trúðu, at vit ikki snakkaðu um fíggjarligt haldføri enn, so skal man bara trúgva umaftur, var staðfestingin hjá Ruth Vang.
Løgmaður útskrivaði val, áðrenn 3. viðgerð av pensjónsmálinum kom fyri. Framsókn vil enn hækka pensjónsaldurin skjótari. Tað er týðandi, var boðskapurin hjá flokkinum, tá valskráin varð løgd fram í dag.
Vit og skil - Tey ungu í miðdepilin
Framsókn legði fram undir yvirskriftini "Vit og skil".
Eins og hjá hinum flokkunum - serliga Tjóðveldi og Fólkaflokkinum - tyktust ítøkiligar loysnir og svar uppá fígging at vanta í summum førum.
Men "smidligari byggireglar" og íbúðir beinleiðis til ung og eldri vóru á breddanum, eins og betri treytir til lesandi og barnafamiljur (skattafyrimunir líknandi sum í Danmark og hækka hámark fyri barsilsútgjald). Sum heild vendir flokkurin sær nógv til ung í hesum valdystinum.
Rentustuðulin skal niðurlagast, og tjóðarsemjan skal fremjast - samstundis hevur Framsókn líkandi tankar sum Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin á útlendingaøkinum: Krav um revsiváttan, familjusamanføring eftir trý ár - ikki áðrenn - og krav um málførleikar eftir eina tíð.
Sí eisini: Anna Falkenberg: - Neyðugt at stramma útlendingalóggávuna
14 valevni - bert til eitt val
Framsókn stillar sjey kvinnur og sjey menn upp til Løgtingsvalið 26. mars. Størsta broytingin, í mun til undanfarnu setu, er størsta broytingin, at Hanna Jensen ikki longur er við - ein av stovnarum floksins stillar ikki uppaftur - men at Beinta Løwe stillar upp fyri flokkin. Sólvit Nolsøe, ið fekk 249 atkvøður og varð triðvaldur í 2022, fór úr flokkinum í fjør.
Til endans á tíðindafundinum boðaði forkvinnan í Framsókn frá, at flokkurin ikki stillar upp til fólaktingsvalið 24. mars. Heldur fer man at "hugsavna seg um poltikk" - og løgtingsvalið 26. mars.
Les meira um tað her: - Fólkatingsessirnir snúgva seg meira um fundraising
Myndir frá tíðindafundinum síggjast niðanfyri valevnislistan til Løgtingsvalið:
Ruth Vang
Bjarni Kárason Petersen
Súsanna Olsen
Christoffur Gert Nielsen
Árni M. Dam
Karlot Hergeirsson
Beinta Løwe
Michael A.C. Johannesen
Marin Jakobsen
Jaspur Jacobsen
Esmar Joensen
Gunnvá Winther
Nena Jákupsdóttir
Annika Samuelsen
Súsanna Olsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald