Mentan

Paz á heimskendum lista hjá Time

Matstovan hjá Pól Andrias Ziska er kosin at vera partur av viðurkenda TIME’s World’s Greatest Places - Ress Spa á Hotel Føroyum er eisini við

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-03-12 12:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Matstovan hjá kokkinum Pól Andrias Ziska, Paz í Dr. Jacobsensgøtu í Havn, er av viðurkenda tíðarritinum Time, kosin av vera millum heimsins hundrað mest áhugaverdu støð at vitja – ‘Time’s World’s Greatest Places’.

Tað eru redaktørar og altjóða serfrøðingar, sum á hvørjum ári velja út hundrað ferðamál, sum tey halda eru, ikki bara verd at vitja, men mugu vitjast. Og í 2026 útgávuni, sum kom út í dag, er Paz nevnt sum eitt av hesum 100 støðunum.

Time heftir seg eitt nú við, at Paz longu hevur fingið tvær Michelin stjørnur, men sigur samstundis, at matstovan staðfestir serstøðuna, sum Føroyar hava sum gastronomiskt ferðamál.

Time varð stovnað í 1923 sum eitt vikuligt tíðarrit. Í dag hava tey fleiri enn 100 milliónir brúkarar tvørtur um sínar miðlapallar.

Paz hevur havt afturlatið í vetur. Matstovan letur upp aftur 31. mars.

Hetta skrivar Time’s um Paz

Ress Spa - vælveruhúsið hjá Hotel Føroyum - er eisini á listanum.

Hetta skrivar Times um Ress Spa

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder