Innanlands

Tveir flokkar leggja valskráir fram fríggjadagin

Sjálvstýri leggur fyri fyrrapartin og Javnaðarflokkurin leggur sína valskrá seinnapartin

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, og Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, fara at leggja valskrá fram fríggjadagin (Mynd: Sverri Egholm)

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, og Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, fara at leggja valskrá fram fríggjadagin (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-12 17:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hesa vikuna hava fleiri flokkar lagt sínar valskráir fram til løgtingsvalið og fólkatingsvalið, og í morgin fríggjadagin leggja tveir flokkar sínar valskrír fram.

Sjálvstýri hevur tíðindafund í Bridgehúsinum í Gundadali klokkan 10, og klokkan 13 hevur Javnaðarflokkurin tíðindafund í Javnaðarhúsinum í Havn.

Miðflokkurin verður seinasti flokkur at leggja fram, og hevur bjóðað miðlunum til tíðindafund mánadagin klokkan 10.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder