Uttanlands

Leiðarin á Noma leggur frá sær

Fyrrverandi starvsfólk á heimskendu donsku matstovuni skuldseta René Redzepi fyri at hava framt beinleiðis harðskap móti starvsfólkum sínum

René Redzepi (Savnsmynd: EPA)

René Redzepi (Savnsmynd: EPA)

2026-03-12 08:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Mæti danski kokkurin og matstovueigarin, René Redzepi, hevur nú lagt frá sær sum ovasti leiðari fyri víðagitnu matstovuni Noma. Hetta upplýsti hann í nátt á einum uppslagi á Instagram, har hann á enskum greiðir starvsfólkunum frá avgerðini.

Orsøkin til avgerðina er, at matstovan Noma og serliga René Redzepi, hesar seinastu dagarnar hevur verið fyri skuldsetingum um harðligan og ágangandi atburð mótvegis starvsfólkum sínum.

Hetta kom fram í eini grein í amerikanska blaðnum New York Times um vikuskiftið, har fleiri fyrrverandi starvsfólk komu fram við skuldsetingum og søgum um harðskap og eyðmýking av starvsfólkunum, sum hevur verið galdandi á matstovuni.

Hendingarnar stava frá tíðarskeiðinum 2009 til 2017.

Men fyrrverandi starvsfólk á matstovuni hava hesar seinastu dagarnar eisini mótmælt framman fyri eini pop-up Noma matstovu í Los Angeles við kravi um at René Redzepi leggur frá sær. Starvsfólkini vísa á, at trupulleikin ikki einans er galdandi fyri matstovuna Noma, men er ein víðfevndur trupulleiki víða um millum heimsins bestu matstovur, sum ofta gera sær dælt av, at fólk ynskja sleppa at arbeiða har fyri onga ella lítla løn.

René Redzepi hevur biðið um umbering fyri sín atburð og fyri at hava havt ábyrgdina av at hann og aðrir leiðarar á matstovuni ikki hava uppført seg sømiliga mótvegis arbeiðsfólkunum. Talan er um hendingar, sum eru farnar fram fyri fleiri árum síðani, og at arbeiðslagið í matstovuni ikki er soleiðis longur.

Kortini hevur René Redzepi nú tikið avleiðingarnar og leggur frá sær og letur onnur koma framat og taka sær av leiðsluni á matstovuni í Keypmannahavn, sum í eitt áramál hevur verið mett sum antin heimsins bestu ella millum heimsins allarbestu matstovur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder