Innanlands

Forkunnug grønlendsk vitjan á Kambsdali

Grønlendski landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum, Peter P. Olsen, var fríggjadagin á vitjan á Miðnám á Kambsdali

2022-08-07 22:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fríggjadagin, hin 5. august, vitjaði grønlendski landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum, Peter P. Olsen, við fylgi Miðnám á Kambsdali.

Tað var ein fragd og ein hátíðarløta at hitta og samskifta við Peter P. Olsen og hini vitjandi og kunna greiða frá útbúgvingum skúlans, samstørvum og virksemi annars.

Farið varð í kantinu skúlans til ábit, sum kokkurin hegnisliga hevði fyrireikað til høvið, og so var rundvísing á skúlanum eins og greitt varð frá útbyggingini, sum liggur beint fyri framman.

Síðani varð farið í skúlahøllina, har landstýrismaðurin umframt kunning um Miðnám á Kambsdali, gymnasialu breytirnar og serbreyt skúlans fekk holla frágreiðing um Norðuratlantiska Studentaflokkin, har bæði grønlendskir, føroyskir, danskir og íslendskir næmingar ganga í flokki saman í trý ár, á fýra skúlum í teimum fýra ymsu londunum. Hann fekk eisini høvi at hitta og samskifta við Angelu (FO), sum júst hevur lokið miðnámsprógv gjøgnum hesa skipan og við Bjartu (FO) og Karinu (GR), sum júst eru lidnar við fyrsta ár og byrja á Miðnámi á Kambsdali nú 16/8.

At enda varð farið inn á FabLab á Miðnámi á Kambsdali, Jóannes Djurhuus, leiðari, sýndi ymsu tólini og greiddi frá virksemi og møguleikum á hesi framleiðsluverkstovu. Vitjanin endaði við, at grønlendski landsstýrismaðurin fekk høvi at fyrireika og lasaraprenta eina sjálvvalda innskrift í hondgjørdu gávuna, eitt av sermerktu skeribrettunum, sum listahandverkarin, Joel Cole, ger. 

Jóannes Næs Petersen tók myndirnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder