
Mikudagin 14. mai, á sínum 70 ára føðingardegi, kemur Eyðun Jacobsen út við nýggjari fløgu og geyma. Hetta er ein country gospel útgáva.
Eyðun er sera aktivur í kristna tónleikaumhvørvinum. Eisini ferðast og syngur hann m.a. í Noregi og Danmark. Hann hevur eisini givið eina norska fløgu út.
Eyðun Jacobsen hevur fleiri útgávur aftan fyri seg, bæði sum einstaklingur og saman við øðrum.
Tónleikurin á hesi nýggju útgávuni er innspældur í Shop Studio, eitt nýtt studio, í Asheville, North Carolina. Tað er aftur hesaferð Jeff Collins, sum hevur skipað og lagt tónleikin til rættis. Tónleikararnir eru allir professionellir tónleikarar, sum eisini hava spælt á øllum útgávum, sum Eyðun hevur givið út síðani 2012.
Røddirna eru innsungnar í EB Studio í Klaksvík. Erik Bikopstø hevur staði fyri upptøkunum. Erik hevur eisini ljóðblandað og mastrað útgávuna.
Húsan hevur Anna Simonsen staði fyri.
Útgávan ber heiti “Tað er ein sum sær teg”.
Flestu sangirnir eru týddir, uttan tríggir. Tað eru Edmund Williamson og Jóhan við Neyst sum hava týtt, meðan Sámal á Toftini hevur skrivað tekstin til ein, sum Eyðun hevur gjørt lag til.
Eyðun hevur gjørt lag og og tekst til ein sang og gjørt tekst til eitt tøkulag.
Fløgan og geymin koma ikki at fáast í sølubúðum, men bert við at venda sær til Eyðun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald