
"Danke schon" segði 54 ára gamli DJ Ötzi á Vágsbøi í kvøld. Og vit kunnu bara siga tað sama. Takk fyri.
Alt sum reggaebólkurin UB40 manglaði í gjárkvøldið, hevði plátuvendarin í hvítu topphúgvuni á Vágsbøi í kvøld. Ein framúr konsert, har lív var í nærum frá byrjan til enda.
Serliga tá stóru løgini "Sweet Caroline" og "Hey Baby" vórðu spæld var veruliga gongd í, men hesi eysturríksku fólkini skiltu eisini at halda lív í fjøldini undir konsertini.
Erik Biskopstø, fyriskipari av Summarfestivalinum, segði í samrøðu við FM1 fyrr í kvøld, at tey raka keðiligt veður sjeynda hvørt ár. Í kvøld er í øllum førum gott veður. Tað er stilt og turt í Klaksvík, og framúr gott konsertveður.
Á midnátt spælir Dynamitt á stóra palli. Hóast veðurforsøgnin sigur nakað av regni, er framvegis turt.
--
Erik Biskopstø: Raka keðiligt veður umleið sjeynda hvørt ár
--
Myndirnar tók Jens Kristian Vang

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald