2025-08-09 21:35

Petur Ovi Hjaltalin Dam og Sámal Pauli Bernhardsson Petersen eru tveir menn, sum hava verið nógv frammi í summar. Teir hava síðan á ólavsøku sólað sær í FM-sigrinum sum teir vunnu við áttamannafarinum Ørvi.
FM1 hevur í kvøld sent beinleiðis av Summarfestivalinum og á økinum hitti Petur Asbjørn Lervig teir báðar.
Teir kundu avdúka, at Ørvamanningin næsta ár flytir eina deild upp og fer at rógva við 10-mannafari.
Hoyr alla festivalsendingina:
Fyrri senditímin
Seinni senditímin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald