
Tú kanst siga hvat tú vilt um Dynamit. Gamalt, bygdasligt og endurtøka.
Soleiðis hugsa áhoyrarar á Vágsbøi ikki. Dynamit slapp ikki á pallin orsakað av ringum veðri í gjár, men lokala hittorkestrið varð flutt til á midnátt í dag ístaðin og tað var ikki ein býtt avgerð.
Vágsbøur hevur ofta kókað, og tað er ilt at meta um hetta var meira enn áður, men í øllum førum var óluksáliga gott lív í, tá Niclas Heri Jákupsson við orkestri fýrdi sítt av.
Niclas Heri Jákupsson var nevniliga tann einasti á palli í kvøld, sum er eftir av uppruna manningini. Hans Jacob (Shaky) Nystrom er sjómaður og er til fiskiskap. Í hansara stað var Fríði Sigmundsson komin og tað var ikki verri.
Øll hitini vóru sungin og sonevnda Dynamit-kórið - áhoyrararnir á Vágsbøi, sungu við av øllum alvi til "Frensurin hjá Óla", "Pápi tín býr ei í Tórshavn" og "Grøv nr. 13".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald