Mentan

Cirkus Baldoni kemur ikki til Føroya í ár

Orsøkin er broyttar umstøður og hækkingar í leiguprísunum fyri hølini, sum Cirkus Baldoni plagar at brúka, skrivar Cirkus Baldoni í tíðindaskrivi

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-08-10 14:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Síðan 2007 hevur Cirkus Baldoni á hvørjum ári vitjað 10 bygdir í Føroyum - frá Klaskvík til Suðuroy - við framførslum fyri barnafamiljum. Tilsamans hava túsundatals føroysk børn og vaksin gjøgnum 17 ár upplivað René Baldoni og hóp hansara á oyggjunum. Men í 2025 verður eingin rundferð.

Soleiðis skrivar Cirkus Baldoni í tíðindaskrivi í dag.

– Orsøkin er broyttar umstøður og stórar hækkingar í leiguprísunum fyri hølini, sum Cirkus Baldoni plagar at brúka.

– Í Tórshavnar kommunu eru hallirnir hjá kommununi - burtsæð frá høllini í Kollafirði - bert ætlaðir ítrótti. Kommunan vísir í staðin til nýbygdu privatu høllina við Tjarnir, sum er fimm ferðir dýrari at leiga enn Høllin á Hálsi, har Baldoni áður hevur framført. Har er søla av poppkorni og candyfloss heldur ikki loyvt. Í Runavík og á Skála er hallarleigan økt við 240 prosentum í mun til í fjør.

Hallirnar í Havn, í Runavík og á Skála standa vanliga fyri umleið helvtina av føroyska umsetninginum, og tá Cirkus Baldoni samstundis hevur stórar ferðaútreiðslur, fáa tey ikki tað fíggjarliga at hanga saman, sigur René Baldoni, sirkusstjóri.

– Tað er sera harmiligt, at vit ikki kunnu halda fram við siðvenjuni í ár. Men vit geva ikki upp, og vit vóna at koma aftur í 2026, skrivar Cirkus Baldoni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder