Innanlands

Eldur í bilverkstaði í Hovi

Fráboðanin kom um hálvgun ellivu tíðina, og sløkkiliðið er í holt við at sløkkja eldin

(Mynd: Kjartan Johannesen)

(Mynd: Kjartan Johannesen)

2026-07-02 23:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um hálvgum ellivu tíðina vóru tað fleiri, sum ringdu til løgregluna at boða frá eldi í einum bilverkstaði í Porkeri.

Sløkkiliðið er á staðnum og er í holt við at sløkkja eldin. At síggja til er talan um rættiliga stóran eld.

Suðuroyarportalurin skrivar, at dagligt virksemið hevur á verkstaðnum til fyri stuttum.

Bilverkstaðið liggur nærhendis bygningin hjá SEV í Porkerishaga niðanfyri landsvegin millum Hov og Porkeri.

Vónandi er bara talan um materiellan skaða. Á løgregluni støðini høvdu tey í kvøld so ikki frætt nakað um, at nakað fólk skuldi vera inni á verkstaðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder