– Føroyar skulu vera eitt undangonguland, ið vísir, hvussu ein smátjóð við ábyrgd gagnnýtir vitlíki til at styrkja fólkið, málið og búskapin.
Tað sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum í svari til fyrispurning hjá Steffani Klein Poulsen, tingmanni fyri Miðflokkin um vitlíki.
Tingmaðurin vildi hava at vita, í hvønn mun vitlíki í dag verður brúkt at loysa uppgávur hjá tí almenna, hvussu landsstýrismaðurin ætlaði at virka fyri, at vitlíki verður brúkt hjá tí almenna komandi fimm árini, og hvussu hann ætlaði at virka fyri, at óneyðug starvsfólkaorka hjá tí almenna ikki verður brúkt uppá uppgávur, sum vitlíki kann loysa.
Ein heildarætlan um vitlíki verður orðað og verður væntandi liðug í heyst. Eitt, sum verður arbeitt við í heildarætlanini er, at tað almenna skal kunna frígeva munandi starvsfólkaorku næstu árini, sigur Aksel V. Johannesen.
– Ítøkiliga málið, og hvussu hetta verður rokkið, verður nærri lýst, táið heildarætlanin verður liðug, sigur hann.
Landsstýrismaðurin vísir á, at eingin nágreinilig kanning er gjørd av vitlíkis-nýtsluni hjá øllum almenna geiranum. Tó eru gjørdar smærri kanningar, har spurt hevur veriðum nýtsluna.
– KT Landsins hevur spurt sínar brúkarar, og kanningar hava eisini verið gjørdar í sambandi við vitlíkis-heildarætlanina, sum í løtuni verður orðað. Hesar vísa, at nógv starvsfólk brúka vitlíki í gerandisdegnum sum eitt stuðuls-og hjálparamboð, til dømis ChatGPT og Copilot, til ávísar uppgávur, men fáir almennir stovnar hava ment vitlíkisamboð til stovnin sjálvan og til ávís endamál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald