Innanlands

Varastjóri settur í Løgtinginum

Poula Árnadóttir Lervig er sett sum varastjóri í Løgtinginum frá 1. juli í ár

2026-07-02 17:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sum varastjóri fer Poula umframt egna starv sítt sum løgfrøðingur at avloysa stjóran, tá hesin er burtur, eins og hon fer at hava fakligu leiðsluna av parti av rakstrinum av Løgtinginum.

Av tí, at talan ikki er um eitt leiðslustarv burturav, men heldur um eina lutvísa leiðsluuppgávu, er starvið lýst leyst innanhýsis. Tríggjar umsóknir vóru til starvið.

Poula er útbúgvin løgfrøðingur og hevur í stívliga 5 ár starvast sum ráðgevi í Løgtinginum, m.a. sum nevndarskrivari hjá fleiri tingnevndum.

Løgtingið


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder