Innanlands

Telefon í hondini og steinur á vegnum í Eysturkommunu

Løgreglan gav klipp og bót í Gøtu, meðan Landsverk noyddist á staðið í Leirvíkstunlinum

Tað fyrra fór fram í Gøtu, har ein bilførari varð sektaður fyri at halda í telefonini, meðan koyrt varð. Hetta kostaði klipp í koyrikortið, umframt bót

Tað fyrra fór fram í Gøtu, har ein bilførari varð sektaður fyri at halda í telefonini, meðan koyrt varð. Hetta kostaði klipp í koyrikortið, umframt bót

2026-07-02 08:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum nevnt í aðrari grein í morgun, var ferðslupatruljan hjá løgregluni í norðurøkinum mikudagin. Hetta hevði millum annað nakrar bøtur og klipp við sær.

Tvey mál úr ferðsluni, sum ikki snúðu seg um ferð, vóru eisini í døgnrapportini hjá løgregluni. Bæði fóru fram í Eysturkommunu.

Tað fyrra fór fram í Gøtu, har ein bilførari varð sektaður fyri at halda í telefonini, meðan koyrt varð. Hetta kostaði klipp í koyrikortið, umframt bót.

Einki sektarmál var í Leirvíkstunnlinum í gjár - men ein steinur á vegnum var til ampa. So mikið nógv, at bilførarar ringdu til løgregluna.

Landsverk kom á staðið og tók steinin, ið var rímiliga stórur, vekk.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder