Eitt brak av eini framførslu hjá Bláum Grasi á Akureyri!
- Teir syngja og spæla sera væl og eru sera skemtiligir, sigur Oskar, sum var ein av mongu íslendsku áhoyrarunum fríggjakvøldið, tá ið Blátt Gras framførdi í Græni Hatturin á Akureyri.
- Tá ið eg hoyrdi, at Blátt Gras skuldu spæla á Akureyri, fór eg at leita eftir teimum á Spotify, og síðan havi eg ikki lurtað eftir nøkrum øðrum, sigur Manni, sum einki visti um Blátt Gras fyri einum mánaði síðan.
- Bobo var komin á konsert fyri at hoyra føroyskt. Hann kennir nógvar føroyingar frá tíðini, hann var skipari á einum íslendskum trolara. Hann endar við at siga seg vóna, at fleiri føroyinga koma til Akureyrar at syngja.
Konsertin mundi ikki fingið enda, tí áhoyrararnir hildu á at klappa Blátt Gras upp aftur á pallin. Teir endaðu við at spæla tíggju eykaløg.
Eftir konsertina komu nógv fólk at heilsa upp á manningina og at taka myndir.
Manningin í Bláum Grasi er í ferðalagi við 130 føroyingum, sum hósdagin fóru á skíðferð til Akureyrar.
Orð og myndir: Jákup Bech Jensen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald