Beint sum klokkan fór av 22 føroyska tíð - 23 lokala tíð - slapp Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen loksins á pallin aftur í St. Jakobshalle sum nummar 22 á røðini í Eurovision finaluni.
Søguliga framførslan hjá 30-ára gomlu føroysku songkvinnuni var sterk og framúr flott.
Aftur prógvaði Sissal, at hon hoyrir heima til ein slíkan stóran pall. Sjálvsálitið var har, tað var eingin ivi í tí sangtekniska, og tað tyktiskt veruliga sum hon fekk notið løtuna. Tað var serliga í seinnu hálva av framførsluni, at songkvinnan veruliga fekk lív í. Og salurin tók av álvara undir.
Sissal hevur aftur gjørt tað: Eina stór framførsla frá føroyinginum (Mynd: EPA)
Sissal hevur longu nátt sínum stóra máli - og tað sum var so nógv tosað um í Danmark: At koma í hesa finaluna.
Nú er bara spurningurin, hvussu langt uppi Sissal endar í finaluni. 26 luttakarar eru, og hon hevur sjálvandi miðað eftir "vinstru síðu av stigatalvuni". Tað vil siga topp-13.
Tað ber ikki til at atkvøða fyri Sissal, um ein er staddur í Føroyum ella í Danmark.
Seinastu sangirnir eru nú - atkvøðugreiðslan er helst ikki liðug fyrrenn einaferð eftir midnátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald