
- Eg kenni meg sum eina poppstjørnu, tí her eru so nógv...Eg eri næstan júst vaknað, so morgunrøddin er her.
Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen tyktist tó væluppløgd og skemtaði nakað við donsku tíðindafólkini, sum fyrr í dag vóru møtt upp til hennara "doorstep"-tíðindafund.
Føroyska songkvinnan segði seg kenna seg væl á finaludegnum - einum søguligum degi.
Sí eisini: Fyrsti føroyingurin í einari eurovison-finalu
- Eg havi sovið sjey og ein hálvan tíma í nátt, og tað er tað mesta í longri tíð. Eftir framførsluna fyri dómsnevndini í gjár krevur tað aftur nakað at fáa røddina uppá pláss.
Dómnevndin telur fyri helmingin av atkvøðunum. Í kvøld snýr tað seg um at sannføra hyggjarar og lurtarar í nógvum evropeiskum londum. Men hvat er málið hjá Sissal, nú hon hevur rokkið finaluni.
- Tað kundi verið stuttligt at gjørt tann heilt stóra skelikin; ein "Olsen-brøðurnir". Men eg hugsi so, at um eg eri til vinstru á stigatalvuni - í ovaru hálvu - so hevði eg verið ógvuliga glað.
Sí alla samrøðuna ovast
Sí eisini: Vænta at Sissal fær eitt gott úrslit í kvøld
Sí eisini: Systur Sissal: - Tað var nakað so stórt og ikki eitt eyga turt
Sissal Jóhanna hevur longu prógvað seg í Basel; í kvøld verður Hallucination at hoyra aftur í stóru høllini. Hesaferð sum nummar 22 av 26 í røðini av luttakarum.
Níggju føroyingar - familja og vinur - eru í Sveis og stuðla. Børnini hjá Sissal Jóhannu eru tó heima, og tey gleðir hon seg ógvuliga nógv til at síggja aftur, staðfestir songkvinnan enda í dag. Í Føroyum verður millum annað skipað fyri stórskíggja Í Vágsborni.
Finalan verður í stóru St. Jakobshalle í Basel í kvøld, leygarkvøldið 17. mai klokkan 20 føroyska tíð. Kringvarpið og DR1 vísa Eurovison-finaluna. Meira á Portalinum seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald