Uttanlands

Miðil: Trump vil flyta palestinar til Libya

Umsitingin hjá Donald Trump er komin so langt við ætlanini, at hon er blivin umrødd við stýrið í Libya, siga keldur við amerikanska NBC News

Burturriknir palestinar í Gaza býi (Mynd: EPA)

Burturriknir palestinar í Gaza býi (Mynd: EPA)

2025-05-17 18:35 Author image
Alda Nielsdóttir

Umsitingin hjá amerikanska forsetanum Donald Trump arbeiðir við einari ætlan um at flyta upp móti eina millión palestinar til Libya, siga fimm ónevndar keldur við amerikanska miðilin NBC News.

Trump-umsitingin er komin so langt við ætlanini, at hon hevur umrøtt hana við stýrið í Libya, siga keldur við NBC News, m.a. ein fyrrverandi ambætismaður í amerikonsku umsitingini.

Afturfyri at taka ímóti palestinum, fer USA at geva Libya atgongd til fleiri milliardir dollarar, sum hava verið innifrystir í USA í yvir tíggju ár.

Sambært keldunum er tó eingin endalig avgerð tikin í málinum enn.

Trump hevur fleiri ferðir boðað frá, at hann ynskir at flyta palestinar úr Gaza og gera Gazageiran til eitt frítíðarstað, skrivar Ritzau.

Í februar segði hann m.a., at tvær milliónir palestinar eiga at verða fluttir til Jordan og Egyptaland, so Gaza kann verða enduruppbyggjast og gerast eitt "riviera í Miðeystri".

Ísrael fær leypandi kunning um ætlanirnar, sum Trump-umsitingin arbeiðir við, siga keldurnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald