Mentan

Fyrsta konsertin við Jazzygold í Føroyum

Í summar kann nýggja útgávan av Jasmin upplivast á G! festivalinum

2023-04-26 18:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á G! sleppa føroyingar endiliga at uppliva Jazzygold á palli, nýggju tónlistarligu verkætlanina hjá Jasmin Mote. 

Síðan Jasmin Mote um árskiftið legði bólkin Jasmin í dvala og avdúkaði sítt nýggja artistanavn, Jazzygold, hava vit fingið frálíka staklagið ‘Boring Like Me’, og frálík ummæli á festivalum uttanlands, men onga konsert á heimavølli.

Tí eru nógvir fjepparar av ársins songkvinnu 2020, ið sama ár stóð á odda fyri ársins útgávu, ið kunnu gleða seg.

Men hetta er bert ein byrjan, tí Jazzygold hevur arbeitt við nýggjum tilfari í tvey ár, og er nú klár at bergtaka heimin. 

Ov nógvar veitslur, ov nógvir timburmenn, ov nógv hjartasorg, hárliting í panikki, at troyttast av tínum vinum og vónin um nýggja byrjan. Kava niður í kompleksa hugaheimin hjá eini kvinnu í tjúgunum, ið livir tað góða lívið. 

Jazzygold er erlig, verulig og tað hoyrist bæði í tónleiki og rødd, og sæst í tekstum og visuals. Hetta er ein sjussur blandaður úr RnB kendum soulpoppi, framúrskarandi visuals, nógvum bling bling, eriligheit og fangandi løgum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder