Uttanlands

Fyrst jarðskjálvti so tropiskur stormur

Sjúkrahúsið í býnum Les Cayes í Haiti er ovurfylt

Sjúklingarnir liggja tættir á sjúkrahúsinum í Les Cayes (Mynd: EPA)

Sjúklingarnir liggja tættir á sjúkrahúsinum í Les Cayes (Mynd: EPA)

2021-08-17 11:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein vanlukka kemur sjáldan einsamøll, plaga tey at siga. Í Haiti kunnu tey staðfesta, at so er í løtuni. Bert tvey samdøgur eftir ógvusliga jarðskjálvtan, rakti tropiski stormurin Grace í nátt, skrivar AP-tíðindastovan.

Serliga útsynningsparturin av landinum varð raktur av hørðum hvirlum og ógvusligum avfalli. Síðan helt stormurin sína leið víðari yvir Tiburon hálvoynna, ið er langi smali tangin í útsynningspartinum av Haiti, og helt leiðina víðari móti Jameika og Kuba.

Fleiri staðni varð ávarað móti skriðulopum og yvirflóð orsaka av nógva avfallinum.

Í býnum Les Cayes, ið varð serliga hart raktur í jarðskjálvtanum, er sjúkrahúsið ovurfylt, og sjúklingar mugu bíða úti á gongum og svalum. Ætlanin um at seta upp tjøld til teir nógvu sjúklingarnar vórðu sleptar, tá ávaringarnar um ódnina Grace bórust.

Myndugleikarnir í Haiti hava júst dagført tølini av deyðum frá jarðskjálvtanum til 1.419, meðan 6.000 eru særd, skrivar dr.dk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder