2026-11-25 16:18
Mangt er broytt hesa tíðina Steintór Rasmussen hevur skrivað sangir. Fyrr var meiri nøgdsemi og fólk góvu sær stundir til hvønn annan.
Nú liva vit í eini aðrari øld og í einum altjóðagjørdum heimi. Skúlin, samfelagið og gerandisdagurin eru ikki at kenna aftur. Og flest okkara eru vorðin trælir av telefonini og telduni.
Hetta hevur gamli frændin ella tann langtíðarhaldgóða kula rótin sett orð á.
Í vikuni er nýggj EP útgáva komin til trimum sangum. Heitini eru «Fyrr og nú», «Tú ert hon» og «Nei nei nei».
Sangirnir eru at finna bæði á Spotify og YouTube.
Steintór Rasmussen (Savnsmynd)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald