placeholder
Innanlands

Fyribils akkurát sum vanligt á Okkara

Neyðugt verður at tillaga framleiðsluna hjá Okkara, men mett verður at brandið er vert at varðveita. Fólk eru søgd úr starvi, men virksemið heldur fyribils fram um vanligt

(Mynd: Okkara)

(Mynd: Okkara)

2023-01-12 16:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Allir tangar eru fullir, og tað væl umtøkta Várbryggið er skjótt klárt. Tað merkir at fyribils er tað “business as usual”.

Tað siga Atli Mikkelsen, fyrrverandi stjóri á Okkara, og Einar Waag, núverandi stjóri á Okkara umframt eigari.

Í einum skrivi, sum er sent miðlum seinnapartin greiða teir frá, at ikki alt sum hevur verið frammi um Okkara seinastu dagarnar, er satt.

Ein óheftur ráðgevi hevur hugt eftir roknskapartølunum, og givið greið boð um at stongja.

[object Object]

Nevndin og fimm starvsfólk í føstum starvi eru søgd upp, men tvey av teimum leiðandi starvsfólkjunum hava langa uppsagnartíð, og hava játtað at koyra virkið víðari fyribils.

Teir siga, at Okkara vørur eru framhaldandi at fáa í Rúsuni og á vanligu sølustøðunum. 

Okkara hevur siglt í tungum sjógvi síðani byrjanina í 2010. Kappingarneytin Føroya Bjór keyti í 2020 virksemið, men tað hevur higartil koyrt hvør sær.

"Brandið" Okkara er vert at varðveita, men neyðugt verður at tillaga framleiðsluna, siga Atli Mikkelsen og Einar Waag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder